Privatlívspolitikkur

Estra/Vasti hevur dátuábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerðini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:

Estra/Vasti
Húsgarður 3
Postrúm 10
FO-510 Gøta
Faroe Islands

estra@estra.fo ella +298 478500

Viðgerð av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.

Møguligir kundar

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn
  • Adressa
  • Teldupost
  • Telefon nummar

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
  • Møgulig onnur ting

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: Heimilað áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

  • Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum er at fáa kundar og veita eina góða tænastu. Hettar ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar, viðvíkjandi kundum, strikaðar eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um møguligar kundar strikast 5 ár eftir at seinasta samskiftið var, ella um kundin biður um tað.

Kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

  • Navn
  • Adressa
  • Teldupost
  • Telefon nummar

Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á, at ”hald eina avtalu” “keypa og selja”

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið  endaði.

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupp- lýsingar um teg:

  • Navn
  • Adressa
  • Teldupost
  • Telefon nummar

Persónupplýsingar, um veitarar og samstarvsfelagar, verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á, at ”hald eina avtalu” og tað er “keyp og sølu avtala”

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um veitarar strikast 5 ár eftir at samskiftið er enda, og garantiin er útgingin.

Starvsumsóknir/umsøkjarar

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin, av tí ávísa leiðaranum, við tí endamáli at  svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er:  Heimilað áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini..

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingarnar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi:   Heimilaðu áhugamál. Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina.

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl strikað.

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mestalagi 12 mánaðir, fyri síðani at verða strikað.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrar upplýsingar um viðgerð

Trygd

Vit hava sett hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at tryggja, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólógliga ikki verða strikaðar, almmannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði, at nakar óviðkomandi fær hendur á tær, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlóginia § 7

Dátaminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónupplýsingar, sum eru neyðug í sambandi við at náa okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av upplýsingum er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónupplýsingum, sum vit viðgera, verða ásett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.

Dagførar upplýsingar

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara upplýsingar eru rættar og dagførdar, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum upplýsingum. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tínar persónupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at upplýsingarnar ikki eru rættar, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerðum av upplýsingum, harímillum veitarar av KT-loysnum Office 365, Facebook, Instagram, bókhaldskipan o.s.fv. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúkast til egið endamál. Í týðandi førum verða upplýsingarnar víðarigivnar til veitarar av ymisku skipanunum.

Vit brúka bert dátaviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.

Vit hava eina Facebook síðu og her er privatlívspolitikkin hjá Facebook her

Tíni rættindi

  • Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg, hvar tær koma frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, og fáa at vita, hvør fær upplýsingarnar um teg, í tann mun vit víðarigeva upplýsingar í Føroyum og uttanlands.
  • Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær upplýsingarnar, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
  • Um tú heldur, at persónupplýsingarnar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg,  at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
  • Í summum førum, hava vit skyldu at sletta tínar persónupplýsingar. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tínar upplýsingar ikki longur eru neyðugar í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tær strikaðar. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.
  • Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (dat.fo)

Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

  • Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva tínar upplýsingar til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimila, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónupplýsingum.
  • Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera
  • Vit strika tínar persónupplýsingar, tá tær ikki longur eru neyðugar til tað endamál, sum tær vóru samlaðar til.

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tínar persónupplýsingum, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta upplýsingarnar so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum

————

Seinast dagført: 16.06.2023