Note
Vit fara í summarfrí og hava tí stongt frá hósdegnum 15. juli til fríggjadagin 6. august, báðir dagar íroknaðir.
Vit fara í summarfrí og hava tí stongt frá hósdegnum 15. juli til fríggjadagin 6. august, báðir dagar íroknaðir.
Estra byrjaði at prenta í 1965 og hevur altíð lagt stóran dent á at hava vælútbúgvið fólk innan tey ymisku økini. Í dag starvast 9 fólk her.
Prentsmiðjan arbeiðir bara á føroyska marknaðinum. Estra hevur ein sera stóran og breiðan kundaskara, og prentar alt frá visitkortum til bøkur og krevjandi litprent.
Vit arbeiða støðugt við at menna okkum sum prentsmiðju, og fylga gongdini innan prentfakið og marknaðinum.
Umframt at prenta veitir Estra ráðgeving innan prenting og val av tilfari til ymiskar uppgávur.
Vit seta altíð kundan í miðdepilin og leggja størsta dentin á góðsku og veitingartryggleika.
Umframt at prenta er Estra eisini ein samskiftisfyritøka. Endamál okkara er saman við kundanum at skapa myndina úteftir. Frá fyrsta samskifti við kundan verður funnið fram til hvørji ynskini eru, og hvussu boðskapurin skal verða framborðin.
Set teg í samband við okkum umvegis telefon, teldupost ella støkk inn á gólvið og saman við tær kunnu vit ráðgeva, tilrættaleggja, sniðgeva, framleiða og marknaðarføra júst tín boðskap ella vøru.
Vit gera allar grafiskar uppgávur, so sum búmerkir, faldarar, lýsingar, plakatir, fløguhúsar, heildarloysnir, álmanakkar, web-lýsingar, bøkur og mangt annað.
Vit fylgja uppgávuni frá fyrsta útkasti til lidna úrslitið.
Vit hava nógva prentvøru liggjandi klára til títt virki at keypa – uttan nakra bíðitíð.
Til dømis hava vit rokningsblokkar við og uttan kopi, lønarseðlar við og uttan kopi, kvittanarblokkar, bókingarskjøl, útreiðsluskjøl, inntøkuskjøl, bingoseðlar, eydnuhjólseðlar og mangt annað.
Ring +298 478500 og bílegg
– ella send teldupost til estra@estra.fo
sonja@estra.fo
+298 741744
+298 478500
gunva@estra.fo
+298 778519
+298 478503
jda@estra.fo
+298 778518
+298 478500
+298 478500
aslak@estra.fo
+298 478511
+298 478500
gunn@estra.fo
+298 478507
erna@estra.fo
+298 478510
Estra
Húsgarður 3 // Postrúm 10 // FO-510 Gøta // Faroe Islands
Tel. +298 478500 // estra@estra.fo // www.estra.fo
Virkisupplýsingar
V-tal: 420778
Kontur:
6460-201.605.4 // 9181-124.270.0 // 9865-202.066.6
© Estra Prent 2023. Ein heimasíða hjá ELSE