"Hugskotið til nýggja Vinnublaðið er sprottið úr vinnuportalinum Business-line, bl.fo, ið er eitt ikki ókent “brand” í vinnuliga landslagnum, sum nú gongur á 9. ári."
"Vit halda, at tíðin nú er komin at gera meira burtur úr vinnuliga tíðindapartinum, og í hesum sambandi valdu vit at leggja vinnutíðindi yvir á vbl.fo, ið er stytting fyri Vinnublaðið og ikki ólíkt bl.fo."
"Við nýggja Vinnublaðnum fær tann framskygdi parturin í vinnuni samstundis ein nýggjan lýsingarpall, ið við greinum, lýsingum, tíðindaskrivum o.ø. hevur møguleika at sýna seg fram í einum nýggjum framtíðar umhvørvi, har allur heimurin er eitt stórt marknaðarpláss."

