Um Estra
Ein prentsmiðja í menning
Estra byrjaði at prenta í 1965 og hevur altíð lagt stóran dent á at hava vælútbúgvið fólk innan tey ymisku økini. Í dag starvast 10 fólk á Estra og Vasti
Prentsmiðjan arbeiðir bara á føroyska marknaðinum. Estra hevur ein sera stóran og breiðan kundaskara, og prentar alt frá visitkortum til bøkur og krevjandi litprent.
Estra arbeiðir støðugt við at menna seg sum prentsmiðja, og fylgir gongdini innan prentfakið og á marknaðinum.
Umframt at prenta veitir Estra ráðgeving innan prenting og val av tilfari til ymiskar uppgávur.
Estra setir altíð kundan í miðdepilin og leggur størsta dentin á góðsku og veitingartryggleika.