Estra/Vasti hevur til fólkatingsvalið og løgtingsvalið samstarva við Fólkaflokkin um nýggjan grafiskan samleika. Samleikin í síni heild er eitt spæl millum grøna náttúrulitin og gráa basaltlitin, meðan sjálvt búmerkið er eitt spæl millum bókstavin A og Føroyar. A skapar støðufesti og fær landið at standa trygt á báðum beinum, meðan llitirnir ímynda vøksturin, tryggleikan og náttúrumegina, sum føroyska samfelagið er so tengt at.