Jóhan Hendrik W. Poulesen
"Orðabókin" Jóhan Hendrik W. Poulsen 75 ár


Vælumtóktu útvarpssendingarnar hjá Jóhan Hendrik W. Poulsen, sum
byrjaðu fyri skjótt fjøruti árum síðani og vóru at hoyra heilt fram til
1993, eru nú givnar út í bók. Yvir 300 fólk vóru til hátíðarhaldið, sum
var hildið í Læraraskúlahøllini í sambandi við føðingardagin og
bókaútgávuna, fyri at heilsa uppá føðingardagsbarnið. Jonhard
Mikkelsen og Anfinnur Johansen frá Sprotanum, handaðu Jóhan Hendrikki
fyrsta eintakið av Orðabókini. Tað var ein rørdur Jóhan Hendrik, ið
takkaði fyri bókina og ta stóru fjøld, sum var samlað henda fagra
summardag. Orðabókin er ein vøkur sniðgivin heilbindsbók við heili 1000
blaðsíðum og er prentað í 1200 eintøkum. Estra og Vasti hava staðið
fyri framleiðsluni av bókini. Vit á Estra og Vasti ynskja Sprotanum
tillukku við útgávuni og Jóhan Hendrikki tillukku við degnum.