Grønavatn 2
Grønavatn 2 (Vaktari vísdómsins)
eftir Josefine Ottesen, Karl N. Hansen týddi úr donskum. Bókin er innbundin og hevur 176 síður. Vakurt myndprýtt hevur Emil Landgren. Hetta er onnur bókin í røðini um Grønavatn
. Vasti og Estra hava staðið fyri prenttilgerð og prent av hesari bókini. Útgevari er Bókadeild Føroya Lærarafelag.
"Píl rætti Bukari hondina, og tey fóru øll trý aftur til gongu, leiðandi. Brádliga hoyrdu tey Ulmus rópa. Tey tóku nú til beins tann vegin, rópið hoyrdist, og í somu løtu, sum tey komu fram, sóu tey, at tey vóru lokkað í eina fellu. Tá ið Vaktari vísdómsins er deyður, og ein nýggjur Vaktari skal tilnevnast, verður ruðuleiki í lítla staðnum við Grønavatn. Tær fýra ættirnar, træleyparar, stjørnusavnarar, kubbar og heygsfólk vilja hvør í sínum lagi sleppa at ráða yvir Grønavatni. Men fyri at nýggjur vaktari skal tilnevnast, skal Svørð vísdómsins vinnast og tað er í Íshellinum í Grumpfentahl, sum er langt av leið. Hetta er ein vandamikil ferð, og hvør klárar at vinna svørðið?