Bókadeildin - Eg var ein rotta
Eg var ein rotta
eftir Philip Pullman, Jákup Sørensen týddi úr enskum. Bókin er heft og hevur 192 síður. Myndprýtt hevur Peter Bailey. Vasti og Estra hava staðið fyri uppseting og prent.
"Eg var ein rotta! Soleiðis sigur Roger. Kanska er tað rætt. Men hvat er hann nú? Eitt ræðuligt skrímsl, sum herjar í kloakkunum? Tað siga bløðini. Ein vanskapningur, sum hoyrir heima í einum sirkusi? Tað heldur harra Tapscrew. Ein løgin snigil? Tað vónar Billy. Ella bara ein púra vanligur smádrongur, sum ber seg eitt sindur løgið at? Bara trý fólk trúgva honum. Bara ein teirra veit, hvør Roger er í veruleikanum. Og til alla lukku selur ein søga um hana betur enn ein um rottudrongin …"